Fleiri sjúklingar fáa mótstøðuførar bakteriur

Fleiri sjúklingar fáa mótstøðuførar bakteriur
Mótstøðuførar bakteriur eru ein alsamt vaksandi trupulleiki inni á donsku sjúkrahúsunum, har talið á sjúklingum, ið fáa bakteriuna, veksur støðugt
Talið av sjúklingum í Danmark, sum fáa infektiónir av sonevndum multiresistentum bakterium, økist alsamt, sambært frágreiðing, sum er almannakunngjørd í dag
 
06.10.2015 - 13:36

Talið av sjúklingum í Danmark, sum fáa infektiónir av sonevndum multiresistentum bakterium, økist, sambært frágreiðingini.

Tað vísir nýggjasta Danmap-frágreiðingin, sum Serum-stovnurin og donsku matvørumyndugleikarnir almannakunngera í dag.

Tað eru serliga multi-resistentar bakteriur av slagnum VRE og CPE, sum eru staðfestar hjá sjúklingum á donsku sjúkrahúsunum.

Stórur vøkstur av tilburðum seinastu árini

VRE-bakterian og CPE-bakterian eru mótstøðuførar móti flestu sløgum av antibiotika, og tí kunnu tær vera vandamiklar hjá fólki, sum eru innløgd til skurðviðgerðir og viðgerð fyri álvarsamar sjúkur.

SÍ EISINI - Tamarhald er ikki á støðuni

Í fjør var VRE-bakterian staðfest hjá 303 sjúklingum. Tað eru 30 prosent fleiri enn árið fyri og seks ferðir fleiri enn í 2012. CPE-bakterian varð staðfest í 35 royndum hjá 29 sjúklingum.

At kalla einki antibiotika rínur við CPE, og tí verður hetta slagið av bakterium millum serfrøðingar mett at vera ein stór hóttan.

Kann gerast ógjørligt at viðgera sjúkur

Eisini tann meira kenda MRSA-bakterian ger alsamt meira um seg á donsku sjúkrahúsunum. Tilsamans 3000 tilburðir av MRSA vóru staðfestir í 2014, og tað eru 1000 fleiri enn árið fyri.

Robert Skov er mikrobiologur og yvirlækni á deildini fyri antibiotika-resistens & sjúkrahúshygiejnu, mikrobiologi og diagnostik á Serum-stovninum hjá danska statinum.

Hann ávarar um gongdina, staðfest í nýggjastu Danmap-frágreiðingini. Avleiðingin kann í ringasta føri vera, at tað verður truplari ella enntá ógjørligt at viðgera sjúkur, sum annars kunnu viðgerast í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946