- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um neyðtøkuroynd næstan loyst
Hendingin fór fram aftanfyri Sjónleikarhúsið í Havn mikukvøldið millum klokkan 23 og hálvgum eitt um náttina, tá ein kvinna síðst í 20-unum varð álopin aftanífrá og koyrd um koll.
Fríggjadagin heitti løgreglan á fólk, um at siga frá, um tey høvdu sæð eitthvørt. Fleiri fólk hava síðani vent sær til løgregluna, sum hevur fleiri spor at miða seg eftir.
Málið næstan uppklárað
Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini sigur, at løgreglan hevur kannað málið á fleiri økjum, millum annað við at kanna upptøkutól í býnum og við at spyrja seg fyri har ungfólk savnast.
Eisini eru DNA-royndir sendar til kanningar. Hon sigur, at sporini eru somikið góð, at nú er ikki langt á mál, hóast okkurt restar í. Onkur er undir illgruna, og verður helst tikin fyrsta dagin.
Sporini eru somikið góð, at viðkomandi átti sjálvur at boðað løgregluni frá. Tað hevði gjørt alt málið lættari, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini.