- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleir koyrt drukkin ella ov skjótt
Tað eru fólk í bili, sum annaðhvørt hava drukkið ella koyrt ov skjótt, sum hava sett sín dám á náttina hjá løgregluni.
Í Norðskálatunlinum gjørdi løgreglan ferðmátingar. Tríggir bilar vórðu steðgar fyri at koyra 108, 117 og 134 kilometrar um tíman. Tann, sum koyrdi skjótast, missir koyrikortið treytað, meðan hinir báðir fingu hvør sítt klipp í koyrtikortið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Og í Havnini vórðu tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring klokkan trý og klokkan hálvgum fimm. Í øðrum førinum var promillan so høg, at koyrikortið var tikið frá føraranum á staðnum. Tað ger løgreglan, tá promillan er omanfyri 1,5. Í hinum førinum varð koyrikortið tikið, men bilførarin fekk eitt fyribilskort, meðan bíðað verður eftir úrslitinum av blóðroyndini, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.