Hesir manna landsliðið

Hesir manna landsliðið
Lars Olsen, landsliðsvenjari, kunngjørdi í dag, hvørjir manna hópin til landsdystirnar móti Ungarn og Rumenia í oktober
Sí her, hvørjir manna føroyska fótbóltslandsliðið í dystunum ímóti Ungarn og Rumenia
Mynd: faroephoto.com  
 
27.09.2015 - 22:15

Lars Olsen má finna nýggjar leikarar at manna miðvøllin til dystin móti Ungarn tann 8.oktober í Budapest.

Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen og Brandur Olsen hava allir karantenu.

Helst koma B36-leikararnir, Odmar Færø og Róaldur Jacobsen á tvey av plássinum, men tað er ógreitt, hvør hin verður.

Síðsti dysturin í hesari EM-undankappingini verður ímóti Rumenia á Tórsvølli sunnudagin 11. oktober.

Landsliðsvenjarin kunngjørdi í kvøld, hvørjir manna hópin.

Gunnar Nielsen Stjarnan
Tórður Thomsen B36
Teitur M. Gestsson HB
Jónas Tór Næs B36
Atli Gregersen Víkingur
Rógvi Baldvinsson FC Fredericia
Odmar Færø B36
Sonni Ragnar Nattestad Einki felag
Gilli R. Sørensen Aab
Viljormur Davidsen Vejle
Rene S. Joensen Vendsyssel FF
Róaldur Jakobsen B36
Pól Johannus Justinussen NSÍ
Christian Lamhauge Holst Fremad Amager
Kaj Leo í Bartalsstovu Levanger FK
Árni Frederiksberg  NSÍ
Sølvi Vatnhamar Víkingur
Fróði Benjaminsen HB
Brandur H. Olsen FC Keypmannahavn
Hallur Hansson Vendsyssel FF
Andreas Lava Olsen Víkingur
Jóan Símun Edmundsson Vejle
Klæmint A. Olsen NSÍ

Dysturin millum Ungarn og Føroyar verður hóskvøldið 8. oktober í Budapest. Dysturin byrjar klokkan 19:45 (føroyska tíð).

Dysturin millum Føroyar og Rumenia verður sunnudagin 11.oktober á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 17:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856