- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aldur laksur og endurnýtt brúsuvatn tey bestu í ár
Aldur laksur og endurnýtt brúsuvatn tey bestu í ár
Bakkafrost og Defined Energy ársins virki og átak 2015.

Fyri aðru ferð er Bakkafrost ársins virki í Føroyum.
26.09.2015 - 09:39
Fyri aðru ferð er Bakkafrost kosin ársins føroyska fyritøka vinnudagin, sum var í gjár. Bakkafrost var eisini ársins virki í 2009.
Fyritøkan Defined Energy er ársins átak í 2015.
Fyritøkan í Gøtu hevur ment ein hitavekslara, sum endurnýtir hita úr heita vatninum undan brúsum til at hita kalda vatnið, áðrenn tað rennur aftur í ketilin.
Hitavekslarin er longu settur upp í svimjihylunum í Havn og á Skála, men fyritøkan ætlar sær meira.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV