Randarsól skal stýra Økistænastuni í Sandoynni

Randarsól skal stýra Økistænastuni í Sandoynni
Randarsól Kristiansdóttir fær ábyrgdina av øllum ellis- og røktarheimum í Sandoyar sýslu
Randarsól Kristiansdóttir er nýggjur leiðari fyri Økistænastuni í Sandoyar sýslu. (Privatmynd á Facebook)
 
24.09.2015 - 11:01

Borgarstjórarnir í Sandoyar sýslu, t.e.fyri Skúgvoy og Sandoy, hava sett Randarsól Kristiansdóttir í starv sum leiðara fyri Økistænastuni í sýsluni.

Randarsól Kristiansdóttir fær ábyrgdina av øllum ellis- og røktarheimum í sýsluni.

Hon tekur við eftir Ásu Davidsen, sum fyri tveimum mánaðum síðani segði seg úr starvi. Hesa tíðina hevur Jóhanna Reinert Hansen røkt starvið. 

Randarsól Kristiansdóttir hevur millum annað útbúgving heilsrøktari, og hon hevur eisini skeið í leiðslu. Hon hevur eitt skifti arbeitt sum leiðari á ellis- og røktarheimi í Danmark.

Randarsól Kristiansdóttir tekur við starvinum hálvan oktober.

Fýra umsóknir vóru til starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109