Halda kós suðureftir

Halda kós suðureftir
Grindin, sum fyri einum mánað síðani varð merkt í Fuglafirði, hevur yvirhøvur hildið kósina suðuryvir
 
24.09.2015 - 06:04

Hon er nú komin suður á 48 stig, ið eru 900 fjórðingar beinan úr Føroyum. Hon hevur hildið saman á ferðini. 


Á kortunum kann tykjast sum um at grindin spjaðist viðhvørt, men hetta er mest órógv frá óneyvum positiónum. 

Ein sendari slóknaði, tá 17 dagar vóru gingnir, men hinir fýra sendararnir hava virkað eftir ætlan, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á náttúruvísindadeildini hjá Søvnum Landsins.

Bert sjey hvalir vóru í grindin, sum í augustmánaði varð rikin inn á Fuglafjørð, og tí varð avgerð tikin um ikki at halda henni til, men ístaðin seta sendarar á nakrar av hvalunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119