Danskir serlæknar í krabbameini á Landssjúkrahúsið

Danskir serlæknar í krabbameini á Landssjúkrahúsið
Avtalan sigur, at teir skulu arbeiða tveir dagar um vikuna.
 
24.09.2015 - 16:10

Landssjúkrahúsið hevur fingið avtalu í lag við Ríkissjúkrahúsið, so serlæknar í krabbameini frá næsta mánaði fara at arbeiða í Føroyum tveir dagar um vikuna. 

Tað verða fýra serlæknar, sum fara at skiftast um at arbeiða í Føroyum hesar báðar dagarnar um vikuna.

Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, við kvinna.fo.

Talið niður í helvt

- Avtalan fer at gera, at vit kunnu minka talið av krabbasjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar í viðgerð, eina helvt, sigur hann.

Við avtaluni verður eisini møguligt at byggja upp førleikar í krabbameinsserfrøði millum føroysku starvsfólkini, heldur sjúkrahússtjórin. 

Johnny í Grótinum sigur við kvinna.fo, at avtalan við donsku serlæknarnar fer at virka nú í oktober, og at landssjúkrahúsið miðar eftir at fáa bíðitíðina, sum nú er, at vera burtur um ársskiftið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. februar
Vikuskiftið 28 februar 2025
188454
Fríggjadag 28. februar
Breddin: Politiska støðan og snús
188439
Fríggjadag 28. februar
Morgunlestur fríggjadagur 28. februar 2025
187868
Hósdag 27. februar
Andarblak 27. februar 2024
188393
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381