Seta ferðsluljós upp við tunlarnar

Seta ferðsluljós upp við tunlarnar
Landsverk vónar, at tað slepst undan ferðslutøppunum Norður um Fjall
 
23.09.2015 - 15:30

Seinni í ár verða ferðsluljós sett upp við tunlarnar Norður um Fjall. 

Tað boðar Landsverk frá.

Tað hevur javnan verið frammi, at trupulleikar hava verið við ferðslutøppum í tunlunum Norður um Fjall, og fólk kenna seg ótrygg. 

Við ferðsluljósunum vónar Landsverk, at ferðslutøpparnir fara at minka, ella at slepst heilt undan teimum. Ymsar kanningar og fyrireikingar skulu gerast, áðrenn ljósini verða sett upp. 

Ferðsluteljari

Landsverk fer at seta ferðsluteljara upp við tunlarnar fyri at kanna ferðsluna nærri og fáa til vega fleiri dátur.

Ætlanin er at seta upp sonevnda intelligenta ferðslustýring við ferðsluljósum upp á staðnum, sum skal stýra ferðsluni, serliga tungu ferðsluni.

Eisini verða rýmingarljós og eldsløkkjarar sett upp , umframt at tilbúgvingarætlan er gjørd fyri tunlarnar Norður um Fjall. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770