- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skal Suðuroyartunnilin á breddan
Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, vil hava fast samband til Suðuroyar á politisku dagsskránna.
Hann sigur í samrøðu við Sosialin, at tað hevði verið ein "fantastiskur boðskapur at givið suðuroyingum útlit til, at teir um eitt ávíst áramál kunnu ferðast millum Suðuroynna og Havnina, sum teir vilja, uttan at hugsa um ferðaætlanina hjá Smyrli."
Henrik Old vísir á, at Smyril er longu 10 ára gamal, og at byggja ein nýggjan tíðarhóskandi Smyril fer at kosta eina milliard.
- Vit verða noydd at hugsa langt fram í tíðina, tá ið ræður um Suðuroynna. Tá koyrandi er í Sandoynna, eftir ætlan í 2021, verða heilt aðrir møguleikar, sum ikki hava verið áður, sigur Henrik Old. Tí heldur hann, at tað er rætt at hugsa um fast samband til Suðuroyar longu nú.
Hvalbiartunnil framskundast
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum heldur, at tað eigur at bera til at framskunda ætlanina um at byggja nýggjan Hvalbiartunnil, sum sambært íløguætlanini skal farast undir í 2018.
Men arbeiðið við Viðareiðistunlinum gongur skjótari enn væntað, og fæst fígging at gera hann lidnan, verður tunnilin longu niður næsta ár.
Tí skuldi eisini borið til at framskunda Hvalbiartunnilin, sigur Henrik Old við Sosialin.