- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettur kommunulækni skal mentalkannast
Kommunulæknin, sum er skuldsettur fyri kynsligan ágang móti 13 kvinnum, skal nú mentalkannast.
Kanningin verður gjørd á rættarpsykiatrisku deildini undir danska løgmálaráðnum.
Heilsustýrið hevur fingið frágreiðingarnar hjá skuldsetta læknanum um læknakanningarnar, sum hann er meldaður fyri, og frágreiðingarnar hjá kvinnunum.
Heilsustýrið fer nú at gera læknafakliga meting um undirlívskanningarnar, um tær vórðu gjørdar sambært forskriftunum fyri slíkum kanningum.
Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at svarið frá Heilsustýrinum fer at viga nógv, tá avgerast skal, um skuldsetti læknin skal ákærast.
Skuldsettur í fjør
Tað var í juli í fjør, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum.
Síðani meldaðu fleiri kvinnur sama kommunulækna til løgregluna, og nú eru tær vorðnar 13 í tali.
Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og revsilógina. Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd.
Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Í september í fjør varð hann fyribils loystur úr starvi sínum sum kommunulækni.