Brúka ikki meiri pening upp á grønlendingar

Brúka ikki meiri pening upp á grønlendingar
Grønlendingar í Danmark er nógv verri fyri sosialt enn danir, vísir umfatandi kanning
 
20.09.2015 - 11:05

Hóast grønlendingar í Danmark eru nógv verri fyri sosialt enn danir, ætlar Karen Ellemann, ráðharri í almannamálum, ikki at brúka meiri pening at broyta støðuna.

Hon heldur, at grønlendingar í Danmark í staðin eiga at hjálpa hvør øðrum betur.

Ein kanning, sum Granskingarstovnurin fyri vælferð í Danmark, SFI, hevur gjørt, vísir, at bara 35 prosent av øllum grønlendingum millum 25 og 60 ár hava arbeiði. 

Hjá dønum er hetta talið 80 prosent. 

Stór kanning

Eisini visir kanningin, at fimm ferðir so nógvir grønlendingar fáa almannahjálp, samanborið við danir.

Hetta er størsta kanning av sínum slag. Viðurskiftini hjá 14.000 grønlendingum, eldri enn 18 ár, sum búgva í Danmark, eru kannaðir í meiri enn 10 ár.

Karen Ellemann vísir á, at í løtuni er eitt átak millum grønlendingar í Danmark. Tað endar næsta ár, og ráðharrin vil síggja úrslitið av tí fyrst.

Grønlendingahúsini í Danmark hava eisini fingið játtaðar átta milliónir kr., sum skulu hjálpa grønlendingum, sum koma til Danmarkar, sigur Karen Ellemann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109