Tí skalt tú minka um nýtsluna av hesum

Tí skalt tú minka um nýtsluna av hesum
Helmingurin av teimum, sum taka tablettir ímóti kroniskari høvuðpínu, høvdu havt minni høvuðpínu, minkaðu tey um nýtsluna av pínudoyvandi heilivági
Pínudoyvandi heilivágur fyri høvuðpínu hjálpir ikki neyðturviliga, vísir gransking. Helmingurin av teimum, ið tóku pínustillandi, vóru sloppin av við høvuðpínuna tá tey minkaðu um nýtsluna av pínudoyvandi heilivági
 
07.09.2015 - 10:16

- Nógv brúka høvuðpínutablettir hvønn einasta dag. Tað verður til ónda ringrás, sigur Espen Saxhaug Kristoffersen, PhD við lærda háskúlan í Oslo, NTNU, sambært forskning.no

Trupulleikin er serliga, at nógv upparbeiða yvirnýtslu av tablettum, siga granskarar í kanningini, ið varpar ljós á nýtsluna av pínustillandi heilivági.

Vælútbúgvin brúka pínudoyvandi skynsamari

- Vit vita frá gransking her á NTNU, at tað millum annað snýr seg um útbúgving. Jú hægri útbúgving tú hevur, tess betur ert tú til at kunna teg um vandan við at nýta ov nógvan pínudoyvandi heilivág, sigur Knut Hagen, professari við NTNU.

Í nýggju kanningini skuldu 50 praktiserandi læknar og sjúklingar hjá teimum við kroniskari høvuðpínu, svara spurningum um høvuðpínu

Læknarnir greiddu sjúklingunum samstundis frá um fyrimunirnar við at minka um nýtsluna av pínudoyvandi heilivági fyri høvuðpínu.

Helmingurin slapp av við høvuðpínuna

Meting varð gjørd av hvørjum sjúklingi og tríggjar mánaðir seinni vórðu tey innkallað aftur. Tá vísti tað seg, at helmingurin av teimum vóru sloppin av við kronisku høvuðpínuna.

- Nú hava vit fylgt hesum sjúklingum eina tíð, og vit hava góðar vónir um úrslitið av kanningini, sigur Espen Saxhaug Kristoffersen við forskning.no

Kanningin varð almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Neurology, Neurosurgery and Psychiatry.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946