- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðjarahavið er vorðin flóttafólkakirkjugarður
- Evropisku londini hava broytt Miðjarahavið, sum var vøggan hjá tjóðmentanum, og londini eru samsek í brotsverkunum, sum verða framd, hvørja einastu ferð eitt flóttafólk doyr, sigur Erdiogan, tá hann í dag í Ankara, tosaði um flóttafólkakreppuna í ES.
Arbeiða við loysnum
Svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallstrøm, segði eftir fund millum uttanríkisráðharrarnar úr Svøríki, Finnlandi, Danmark, Noregi, Íslandi, Estlandi, Letlandi og Litava, at ES skal loysa stóra streymin av flóttafólkum og tilflytarum, sum koma til ES.
Týskland fer væntandi at taka ímóti 800-túsund og Svøriki 80-túsund flóttafólkum.
- Málið fer at standa ovast á dagskrá hjá ES í langa tíð. Vit mugu koma við loysnum, og vónandi finna vit eina gongda leið, sigur Wallstrøm.
Hon vísur á stóru ósemjuna um Dublin-samtyktina, sum ber í sær, at fyrsta ES-landið, sum ein umsøkjari um friðskjól kemur til, skal viðgera umsóknina. - Nøkur lond vilja broyta samtyktina og ójavna býtið av flóttafólkum, sigur Margot Wallstrøm.
Gera uppbýti
Hon vil ikki gera viðmerkingar til, um ES skal gera felags móttøkustøð í Grikkalandi og Italia, so at tey, sum søkja um friðskjól verða fyri seg og flóttafólk fyri seg.
Uppskotið eigur Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, og franski forsetin, Francois Hollande.
14. september verður uppskotið til viðgerðar á fundinum millum løgmálaráðharrar og uttanríkisráðharrar í ES-londunum.
Færri til Íslands
Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, vil ikki gera viðmerkingar um, at Ísland næsta ár bert fer at taka ímóti 50 flóttafólkum.
- Eg fari ikki at kappast um talið av flóttafólkum, sigur hann við Ritzau-tíðindastovuna.