Sambandsflokkurin skal hava nýggjan formann

bannari
Sambandsflokkurin skal hava nýggjan formann
Landsnevndin fer at kalla saman til eykalandsfund í næstum
 
03.09.2015 - 13:02

Vánaliga valúrslitið hjá Sambandsflokkinum fær nú avleiðingar fyri formannin, Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann verður ikki longur formaður í flokkinum.

Á fundi hjá tingmanningini í gjár gjørdist greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen ikki kann halda fram sum formaður. Tað vilja valdu tinglimirnir ikki.

Tað hevur leingi prutlað undir lokinum í flokkinum, og eftir at flokkurin hevði stóra afturgongd, og misti tríggjar tinglimir, krevja valdu tinglimirnir, at broyting kemur í, og at neyðugt er at fáa flokkin aftur á beint, sum onkur málber seg.

Eingin fæst at siga nakað ítøkiligt um ætlaninar í flokkinum, tí talan er um eitt innanhýsis mál, sum sagt verður.

Fundarboð í dag

Men mannagongdin er, at landsnevndin verður kallað saman til fundar. Tað verður gjørt alt fyri eitt, og sum útvarpið skilir, verða fundarboðini send út í dag.

Tá landsnevndin hevur havt fund, verður kallað saman til eyka landsfund, har nýggi formaðurin skal veljast.

Hvør verður nýggjur formaður í Sambandsflokkinum er kortini ikki greitt, tað er m.a. eitt av málunum sum landsnevndin skal taka støðu til.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109