Meirilutin vísir á Aksel sum samráðingarleiðara

bannari
Meirilutin vísir á Aksel sum samráðingarleiðara
Fýra av sjey floksformonnum vilja hava formannin í Javnaðarflokkinum at standa á odda fyri samráðingunum um samgongu
 
03.09.2015 - 14:50

Nú er greitt, at meirilutin av floksformonnunum vil hava Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, at standa odda fyri samráðingunum at skipa nýggja landsstýrissamgongu.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, Poul Michelsen, formaður í Framsókn, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vísa á Aksel V. Johannesen.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Jógvan Skorheim, formaður í Nýggjum Sjálvstýri, fara nú á fund við løgtingsformannin.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur víst á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur havt fund við floksformenninar síðani klokkan 14, og teir fáa umleið 10 minuttir í part.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109