Kaj Leo sigur formanssessin frá sær

bannari
Kaj Leo sigur formanssessin frá sær
Kaj Leo Holm Johannesn takkar fyri seg sum formaður í sambandsflokkinum
 
03.09.2015 - 16:33

Kaj Leo Holm Johannesen takkar í einum tíðindaskrivi fyri seg sum formaður í Sambandsflokkinum. Fyrr í dag handaði hann løgtingsformanninum sína uppsøgn sum løgmaður.

- Tað hevur kravt nógva orku og tíð at fylgja politisku visjónunum og røkja politisku leiðsluuppgávurnar, og halda Sambandsflokkin á ovastu rók, sigur Kaj Leo Johannesen.

- Men tað hevur eisini verið sera spennandi og gevandi at røkja hesar politisku leiðsluuppgávur og álitisstørv, og eg havi havt nógvar góðar løtur saman við mínum politisku starvsfeløgnum og møtt nógvum fólkum, bæði her í landinum og í útlandinum. Eisini hevur politiska arbeiðið í allar mátar verið sera læruríkt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen millum annað í tíðindaskrivinum.

- Fyri framman stendur ein nýggj tíð og eg fari nú at røkja løgtingsarbeiði og halda fram við mínum politiska arbeiði og gera mítt til, at Sambandsflokkurin gerst ein sterkur flokkur, sum framhaldandi myndar føroyskan politikk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann verður gestur í Degi & viku í kvøld klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109