Jørgen og Jenis vilja hava fullveldissamgongu

bannari
Jørgen og Jenis vilja hava fullveldissamgongu
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur víst á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara
 
03.09.2015 - 14:31

Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vilja hava ein fullveldissamgongu, og teir hava boðið Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, at standa á odda fyri samráðingunum um at skipa samgongu.

Tað skilir Kringvarpið, nú floksformenninir hitta Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann.

Ein fullveldissamgonga hevur 17 ella 19 tingsessir. Tað veldst um, hvussu nógvir flokkar verða við.

Fyri løtu síðani var Jørgen Niclasen, formaður  í Fólkaflokkinum, á fundi við løgtingsformannin, og hann vísti á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara. Jenis av Rana skal hvørja løtu hitta løgtingsformannin.

Men Høgni Hoydal tekur eftir øllum at døma ikki av, tí hann hevur víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara, og Aksel V. Johannesen hevur mælt løgtingsformanninum til, at tað verður formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum verður samráðingarleiðari.

Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, er í løtuni á fundi við løgtingsformannin, og hann vísir á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109