Aksel V. Johannesen sett met í atkvøðum

bannari
Aksel V. Johannesen sett met í atkvøðum
Ongantíð áður hevur nakað valevni fingið so nógvar atkvøður, sum formaðurin hjá Javnaðarflokkinum fekk í kvøld
 
02.09.2015 - 00:46

Aksel V. Johannesen er toppskorari á Løgtingsvalinum 2015.

Hann hevur somuleiðis sett nýtt met í persónligum atkvøðum.

Aksel V. Johannesen fekk tilsamans 2.405 atkvøður.

Hann meira enn tvífaldar sítt persónliga atkvøðutal frá Løgtingsvalinum í 2011, tá fekk hann 1.204 atkvøður.

Sonja Jógvansdóttir, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, er nummar tvey á Javnaðarlistanum. Hon fekk 1.020 atkvøður.

Løgmaður stóra afturgongd

Kaj Leo Holm Johannesen átti gamla metið. Hann fekk 1979 atkvøður í 2011. 

Hesaferð fekk Kaj Leo Holm Johannesen 603 atkvøður. Tað er ein afturgongd á 1.376 persónligar atkvøður.

Toppskorari á Sambandslistanum bleiv Edmund Joensen við 636 atkvøðum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109