- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðveldi størst í Vestmanna
Tjóðveldi er farið nógv fram í Vestmanna, meðan Sambandsflokkurin er farin nógv aftur.
Tjóðveldi er vaksið við 9,1 prosentstigi, meðan Sambandsflokkurin er farin aftur við 8,00 prosentum.
Tjóðveldi er størsti flokkur í Vestmanna við 224 atkvøðum, meðan Sambandið hevur fingið 201.
Tað er borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, sum annars stillaði upp fyri Fólkaflokkin í 2011, ið fær flest atkvøður fyri Tjóðveldi.
Pauli Trond Petersen hevur fingið 148 atkvøður, tað eru 41 atkvøður fleiri enn á valinum í 2011.
Sambandsflokkurin er næststørstur í Vestmanna. Hann fær 201 atkvøðu.
Toppskorari hjá Sambandsflokkinum og í Vestmanna yvirhøvur er Bárður á Steig Nielsen, hann hevur fingið 160 atkvøður. Tað eru 31 atkvøður færri enn til valið í 2011.
Samlað úrslit úr Vestmanna sæst her