Fylg løgtingsvalinum í Kringvarpinum

bannari
Fylg løgtingsvalinum í Kringvarpinum
Bæði á heimasíðuni, í sjónvarpinum og í útvarpinum verður nógv gjørt burtur úr valkvøldinum. Sí her, hvat verður gjørt í teimum trimum miðlapallunum
Seinastu fyrireikingarnar verða í løtuni gjørdar til stóru valsendingina, ið byrjar í sjónvarpinum klokkan 19. Eisini útvarpið og á kvf.fo verður gjørt nógv burturúr løgtingsvalinum í kvøld
Mynd: KvF  
 
01.09.2015 - 18:30

Kringvarpið ger nógv burtur úr løgtingsvalinum, og í kvøld ber til at fylgja við valinum bæði á heimasíðuni, í sjónvarpinum og í útvarpinum.

Stóra valsendingin í sjónvarpinum byrjar klokkan 19:00 í kvøld. Vertir eru Johnsigur Johannesen, Bogi Godtfred, Jón Brian Hvidtfelt og Sigrun Brend.

Umframt valúrslit verður eisini prátað við ymiskar politikarar, sum eru komnir í høllina, haðani sjónvarpið sendir í kvøld. Harafturat verða innsløg, sum eru gjørd frá teimum ymisku valstøðunum, víst í sendingini.

Nýggj valsending á skránni í útvarpinum

Í útvarpinum verða tað teir báðir Finnur Koba og Tróndur Vatnhamar, sum fara at hava eina heldur annarleiðis valsending, ið hevur fingið heitið Valkvøld í útvarpinum...hesaferð við Koba og Vatnhamar.

Valsendingin í útvarpinum byrjar eftir tíðindini klokkan 18:00. Sjónvarpið sendir til umleið klokkan 1 í nátt, tá formansumfarið hevur verið. 

Til ber at stroyma sjónvarpssendingina beinleiðis á heimasíðuni ella her: Kringvap Føroya á Youtube

 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109