- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaflokkurin sterkastur í Sørvági
Fólkaflokkurin sterkastur í Sørvági
Fólkaflokkurin er sterkastur í Sørvági. Jørgen Niclasen hevur fingið munandi fleiri atkvøður samanborið við valið í 2011.
01.09.2015 - 21:29
Fólkaflokkurin er aftur størsti flokkur í Sørvági. Flokkurin fær 191 av 690 atkvøðum, tað eru 28 prosent.
Merkisvert er, at formaðurin í Fólkaflokkinum fær munandi fleiri atkvøður til hetta valið, samanborið við Løgtingsvalið í 2011.
Jørgen Niclasen hevur fingið 151 atkvøður, tað eru 41 fleiri atkvøður samanborið við valið fyri fýra árum síðani.
Sambandsflokkurin var størstur í Sørvági í 2011, men hann er farin 10,4 prosentstig aftur.
Sambandsflokkurin hevur fingið 165 atkvøður. Í 2011 fekk hann 233 atkvøður.
Samlað úrslit úr Sørvági sæst her
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV