Hann hevur allar orsøkir at smílast

bannari
Hann hevur allar orsøkir at smílast
Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, hevur sligið sítt egna met. Hann nærkast persónliga metinum hjá Kaj Leo Johannesen frá 2011
Tað sást ikki á honum tá sjónvarpið tosaði við hann fyri løtu síðani, men Aksel V. Johannesen hevur alla orsøk at smílast. Hann hevur longu sligið sítt egna met, og nærkast persónliga metinum fyri persónligar atkvøður á einum løgtingsvali
Mynd: kvf.fo  
 
01.09.2015 - 23:47

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur allar orsøkir at smílast, hóast tað størsta valstaðið í landinum ikki er upptalt enn.

Nú, 57 av teimum 58 valstøðunum eru upptald, er greitt, at formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur fingið 1501 persónliga atkvøðu.

Longu 300 fleiri enn í 2011

Umframt tær 1501 atkvøðurnar, koma eisini tær persónligu atkvøðurnar til Aksel V. Johannesen ið hann fær frá veljarum í Havn.

Á løgtingsvalinum í 2011 fekk Aksel V. Johannesen tilsamans 1204 persónligar atkvøður. Longu nú er greitt, at hann hevur fingið 300 fleiri enn á valinum fyri fýra árum síðani.

Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, er hann, ið higartil hevur fingið flestar persónligar atkvøður á einum løgtingsvali. Hann fekk 1979 atkvøður á løgtingsvalinum í 2011.

Dagført 00:30: Aksel V. Johannesen hevur tilsamans fingið 2405 persónligar atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109