Afturgongd hjá A og B í Leirvík

bannari
Afturgongd hjá A og B í Leirvík
Meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava afturgongd í Leirvík, hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi framgongd
Tað hevur ikki gingist Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eins væl í Leirvík til hetta Løgtingsvalið samanborið við í 2011
 
01.09.2015 - 21:58

Tað hevur ikki gingist Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eins væl í Leirvík til hetta Løgtingsvalið samanborið við í 2011.

Afturgongdin er ávíkavist 3 og 5,5 prosentstig. Fólkaflokkurin er tó størstur við 22,4 prosentum av øllum atkvøðunum í Leirvík.

Næstur Fólkaflokkinum í Leirvík er Javnaðarflokkurin, sum eigur 21,5 prosent av atkvøðunum.

Størstu framgongdina hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi; báðir flokkarnir ganga fram við 3,6 prosentstigum.

Samlaða valúrslitið sæst her: Valúrslitið í Leirvík

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477