Nýtt álit skal tryggja tann einstaka

Nýtt álit skal tryggja tann einstaka
Karsten Hansen hevur fingið eitt álit, sum útgreinar lóggávuna, ið kann vísa seg at hava týdning fyri gengransking í Føroyum
Ein arbeiðsbólkur hevur handað landsstýrismanninum í heilsumálum eitt álit, sum kann hava týdning fyri gengransking í Føroyum
 
27.08.2015 - 08:13

Ein arbeiðsbólkur handaði fríggjadagin landsstýrismanninum í Heilsumálum, Karsteni Hansen, eitt álit, sum útgreinar alla lóggávu, sum kann hava týdning fyri gengransking í Føroyum.

Í løtuni eru 32 gengranskingarverkætlanir í gongd undir Ílegusavninum, og um skamma stund er ætlanin at sjóðseta FarGen verkætlanina.

Etiskar tvístøður seta krøv til lógarverkið

Endamálið er at byggja upp eitt infrakerv við 1.500 genomroyndum frá einum breiðum úrvalið av føroyingum.

Arvastrongurin inniheldur stórar mongdir av informatión um einstaka menniskja - vitan, sum kann seta okkum í etiskar tvístøður, og hetta setur krøv til lógávuna.

Tískil setti Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ein arbeiðsbólk at kanna, um lógarverkið tryggjar tann einstaka nóg væl í sambandi við gengransking.

Gjørt tilmæli til landsstýrismannin

Arbeiðsbólkurin varð settur í desember 2013 og skuldi millum annað lýsa lóggávuna, sum er galdandi í dag umframt at koma við tilmælum um broytingar til landsstýrismannin.

Arbeiðsbólkurin hevur verið mannaður við løgfrøðingum úr Heilsumálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum umframt stjóranum í Ílegusavninum, Gurðrið Andorsdóttir.

Stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sólvará, professari í mýliskari lívfrøði, ella molykolær-biologi, Svein Ole Mikalsen og Sámal Tróndur Johansen, landsskjalavørður, eru eisini í arbeiðsbólkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946