Heilsutrygd rindar nú fyri tulk hjá læknanum

Heilsutrygd rindar nú fyri tulk hjá læknanum
Fólk, sum hava brúk fyri deyvatulki, tá tey eru hjá lækna, hava nú fingið síni rættindi staðfest í kunngerð, sum kom í gildi mikudagin
Heilsutrygd rindar nú fyri tulkatænastuna, tá fólk, ið hava brúk fyri deyvatulki, eru hjá lækna. Broytta kunngerðin kom í gildi fyrr í vikuni
 
07.08.2015 - 09:58

Kunngerðin frá 2011 um gjald fyri tulkatænastu í sambandi við læknahjálp er broytt. Nú er orðið deyvatulkur komið í broyttu kunngerðina, sum kom í gildi mikudagin.

Kunngerðin sigur annars, at fólk, sum fáa læknahjálp, hava rætt til tulk, tá læknin heldur tað vera neyðugt at fáa umsett tað, sum sjúklingurin sigur, og tað, sum læknin sigur.

Heilsutrygd rindar fyri tulkatænastuna. Tulkar fáa sambært kunngerðini somu tímaløn sum vikarar í skúlum fáa sambært sáttmála millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Tímalønin fyri teknmálstulking verður ásett sambært galdandi avtalu millum Heilsutrygd og Teknmálstulkatænastuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946