- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fingið rætt navn á veðurkorti hjá BBC
Føroyar fingið rætt navn á veðurkorti hjá BBC
Bretska kringvarpið, BBC, biður nú um umbering fyri at hava sett Føroyar á veðurkortið sum Fair Isle
23.07.2015 - 13:22
Grafikkkortið á veðurheimasíðuni hjá BBC tíðliga í morgun vísti havleiðirnar nærindis Skotlandi, har eitt lágtrýst við regni og nógvum vindi norðan- og vestanfyri Skotland var.
Kortið vísti Hetland og Orknoyggjar á røttum staði, - men Føroyar vóru ikki á kortinum. Í staðin fyri Føroyar, sum eru 200 míl í útnyrðing úr Hetlandsoyggjunum, hevur BBC skrivað Fair Isle.
Oyggin Fair Isle er millum Hetland og Skotland.
BBC biður um umbering fyri mistakið og sigur, at tað er rætta nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV