- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vestmanna kommuna víðkar um barnaansingartilboðið
Vestmanna kommuna víðkar um barnaansingartilboðið
Foreldur at børnum í 1. og 2. flokki eftirlýsa javnan møguleikanum fyri barnaansing fulla tíð, tá skúlarnir hava frí
21.07.2015 - 08:17
Tí hevur Vestmanna kommuna gjørt av at víðka um ansingartilboðið eftir sumarfrítíðina. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Tá frítíðarstovan letur upp aftur eftir summarfrítíðina, kunnu foreldur fáa børnini ansa fulla tíð, tá skúlarnir hava frí - eitt nú í heystfrítíðini, í páskafrítíðini og eisini tríggjar vikur um summarið.
Er tørvur á ansing uttan fyri hesi tíðarskeið, ber eisini til at gera aðra avtalu við frítíðarstovnin um ansing fulla tíð. Tá er gjaldið 300 krónur um vikuna afturat fasta mánaðarliga gjaldinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV