Næraberg steðgaður

Næraberg steðgaður
Næraberg varð í gjár steðgaður við 12 fjórðinga markið um Ísland, skrivar RÚV, íslendska kringvarpið
 
21.07.2015 - 08:24

Næraberg, sum er á veg til Grønlands at fiska makrel, skuldi til Íslands eftir 12 grønlendskum fiskimonnum.

Í fjør summar noktaðu íslendskir myndugleikar Nærabergi at bunkra í Reykjavík, hagar skipið kom við maskinskaða.

Eftir nakrar dagar tóku íslendsku myndugleikarnir tó avgerðina aftur eftir trýst bæði úr Íslandi og Føroyum.  

Orsøkin er trætan um makrelin. Ísland er ikki við í semjuni millum hini strandarlondini um makrelin.

Og Næraberg fiskaði av felagstovninum, sum Ísland eisini eigur, er íslendska sjónarmiðið.  

Føroyar og Ísland hava ongan sáttmála um at veita skipum tænastur í havnum, og tí fekk Næraberg í gjár boð um at venda, tá hann kom til 12 fjórðinga markið um Ísland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109