- Tíðindi, mentan og ítróttur
AVE fekk "Væl á veg" heiðurslønina á G
AVE fekk "Væl á veg" heiðurslønina á G
Bólkurin skal spæla á Iceland Airwaves í november.
19.07.2015 - 10:07
Bólkurin AVE fekk í gjár handaða heiðurslønina, "Væl á veg", á G í Gøtu.
Heiðurslønin er luttøka á Iceland Airwaves við ferðastuðli frá Atlantic Airways.
AVE var eisini ársins bólkur á FMA - Faroese Music Award.
Benjamin Petersen og Petur Pólson vóru sum vera man fegnir um heiðurin og søgdu, at teir gleddu seg at spæla í Íslandi aftur.
Henny Maria Frimannsdóttir, frá Iceland Airwaves, bjóðaði AVE vælkomnum til Íslands í november.
Benjanin og Petur passa væl til okkara festival, og vit gleða okkum, segði Henny Maria Frimannsdóttir.
Tað er fjórða árið at "Væl á veg" heiðurslønin verður handað á G.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV