Føroyska kvotan av norðhavssild verður tann sama

Føroyska kvotan av norðhavssild verður tann sama
Í fjør var føroyska kvotan góð 40.000 tons
 
17.07.2015 - 11:20

Kunngerðin er langt síðani skrivað, og nú er hon kunngjørd og komin í gildi. 

Nótaskipini fáa góða helvt av kvotuni, 23.020 tons, sum eginkvotur.

27.900 tons eru sett av til skip undir føroyskum flaggi. Tey kunnu fiska sildina bæði í føroyskum sjógvi og hjá øðrum, millum annað 9.000 tons í ES-sjógvi.   

Norðhavssildin er illa fyri, sambært fiskifrøðini. Fiskifrøðingarnir mæltu til ikki at fiska meira enn 420.000 tons í fjør. Í ár er tilmælið bara 280.000 tons.

Í fjør samdust ES og Føroyar um, at føroyska kvotan í 2014 var 40.000 tons, hóast hini strandarlondini, eisini ES,  vóru samd um, at Føroyar bara áttu 20.000 tons. Semjan millum ES og Føroyar var bara galdandi fyri 2014.
Nógvar úrslitaleysar royndir eru gjørdar at finna semju um norðhavssildina. 

Strandarlondini eru givin at finna semju um 2015. Men Noreg, sum hevur formansskapin í samráðingunum, fer at boða til fundar aftur seinni í ár um 2016 og árini eftir tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109