- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý fólk handtikin í rúsevnismáli
Trý fólk handtikin í rúsevnismáli
Løgreglan hevur í dag gjørt fleiri húsarannsóknir í Klaksvík
15.07.2015 - 23:10
Trý fólk - ein kvinna og tveir mans - í aldrinum 30 til 50 ár, vórðu í dag handtikin í samband við eitt rúsevnismál. Kvinnan og tann eini maðurin eru leyslatin aftur.
Tað upplýsir løgreglan í dag.
Avmarkað nøgd av rúsevnum og ymisk amboð, ið verða nýtt til rúsevnir vórðu funnin undir húsarannsóknunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV