- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnumálaráðið tikið umbøn um innlit fram aftur
Eitt tíðindafólk í Kringvarpinum bað Vinnumálaráðið um at sleppa at síggja partaeigarasáttmálan millum Framtaksgrunnin og privatu íleggjarnar um P/f Smyril Line og Norrønu.
Vinnumálaráðið segði nei, tí tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tey, sum settu pengar í Smyril Line, at partaeigarasáttmálin ikki gerst almennur.
Avgerðin varð kærd til Løgtingsins umboðsmann, sum sigur, at Vinnumálaráðið gjørdi ikki eina ítøkiliga meting um vandan fyri fíggjarligum missi.
Vinnumálaráðið viðgjørdi heldur ikki, um innlit kann sýtast í allar upplýsingarnar í partaeigarasáttmálanum.
Umboðsmaðurin bað Vinnumálaráðið viðgera málið av nýggjum, og tað fer Vinnumálaráðið at gera.