Met nógv vilja á lærdan háskúla

Met nógv vilja á lærdan háskúla
92.477 fólk hava søkt inn á lærustovnarnar, og tað er nýtt met. Tað eru 1200 fleiri umsóknir enn í fjør
 
06.07.2015 - 11:12

Í gjár á middegi var freistin úti at søkja hægri lestur í Danmark.

Umsóknartalið hevur verið støðugt hækkandi seinastu árini og sostatt eisini kravda miðaltalið at sleppa inn.. 

Lærustovnarnir taka tó ímóti fleiri næmingum í dag, enn teir frammanundan hava gjørt. Serliga útbúgvingarnar, har trot er úti í samfelagnum eftir fleiri við ávísu útbúgvingini, taka fleiri næmingar inn. eitt nú sleppa 100 fleiri læknalesandi í skúla í ár, tí tørvur er á læknum.  

Tað eru eingi tøl, ið siga hvussu nógvir føroyingar hava søkt hægri lestur í ár, men sum nú er, eru áleið 1000 føroyingar undir útbúgving í Danmark. 

Fróðskaparsetrið hevur eisini fingið met nógvar umsóknir til sínar átta bachelorútbúgvingar. 337 hava søkt um at sleppa at lesa á Setrinum.

Tann 30. juli fáa øll, sum hava søkt hægri lestur at vita, um tey sleppa á sína dreymaútbúgving ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109