- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum
Nógv tær fletu umsóknirnar - 337 í tali - eru til tær átta bachelorútbúgvingarnar, ið setrið bjóðar út. 149 søktu inn eftir kvotu tvey skipanini, meðan hinar 188 umsóknirnar eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu eitt. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 336 til níggju bachelorútbúgvingar.
Materlestur er eisini boðin út, og her eru komnar tilsamans 42 umsóknir inn. Í fjør komu 30.
Tá býtið millum útbúgvingarnar er sett upp eftir fyrstu raðfesting, eru umsóknir til bachelor-útbúgingina hesar: føroyskt 23, orkuverkfrøði 25, lærari 86, námsfrøði 67, sjúkrarøktarfrøði 81, sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi) 27, politikkur og umsiting (samfelagsvísindi) 9 og í søgu (smátjóðir og altjóðagerð) 19 umsóknir.
Umsóknirnar til masterútbúgving eru: løgfrøði 23, føroyskt 2 og søga- og samfelagsvísindi 17 umsóknir.
Fróðskaparsetrið viðgerð nú umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 13. juli, skrivar Fróðskaparsetrið.