- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál og Sára vunnu gull í fyrstu kappingunum
Pál og Sára vunnu gull í fyrstu kappingunum
Oyggjaleikirnir eru byrjaðir væl hjá føroysku svimjarunum. Í tveimum teimum fyrstu kappingunum hava føroyingar vunnið fýra heiðursmerki
29.06.2015 - 18:27
Fyrsta kappingin var á 1500 metra teininum hjá monnum. Har var Pál Joensen stórfavorittur at vinna og tað gjørdi hann eisini sannførandi. Óli Mortensen endaði á einum greiðum øðrum plássi, so í hesi kappingini fingu Føroyar bæði gull og silvur. Ein framúr byrjan hjá okkara svimjarum. Jersey fekk bronsu í hesari kappingini.
Onnur kapping í kvøld var 400 metrar blandað hjá kvinnum, og her vann Sára Ryggshamar Nysted sannførandi gull, og Vár Eidesgaard bleiv nummar trý og vann bronsu. Á øðrum plássi var ein svimjari úr Cayman oyggjunum.
So tað er av sonnum stuttligt at vera føroyingur í svimjihøllini, sum oyggjaleikasvimjingin fer fram.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV