Aab longt sáttmálan við Gilla Sørensen

Aab longt sáttmálan við Gilla Sørensen
Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Sørensen, hevur fingið nýggjan sáttmála við danska superligafelagið Aab
Mynd: fsf.fo  
 
09.06.2015 - 15:04

Gilli Sørensen spælir fótbólt í Aalborg í øllum førum fram til 2018.

Aab sigur í dag, at felagið hevur skrivað nýggjan trý ára sáttmála við føroyska landsliðsleikaran.

Ítróttarstjórin hjá Aab, Allan Gaarde, fegnast um, at Gilli hevur skrivað undir.

- Vit vænta, at Gilli kann menna seg nógv her hjá okkum. Hann er ein sera skjótur leikari, og tað er trupult hjá øllum mótstøðuleikarum at spæla ímóti honum, siigur Allan Gaarde við heimasíðuna hjá Aab.

Gilli Sørensen sigur við heimasíðuna hjá Aab, at málið hjá honum er nú at fáa meiri spælitíð fyri besta liðið.

Aab vann í fjør donsku landskappingina og eisini steypakappingina. Í ár endaði felagið úr Aalborg á fimta plássi.

22 ára gamli Gilli Sørensen er millum teir 23 leikararnar, sum eru úttiknir til dystin millum Føroyar og Grikkaland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561