- Tíðindi, mentan og ítróttur
HM í estetiskum fimleiki byrjar í morgin
Sum ítróttatiltak er kappingin næststørsta tiltakið eftir oyggjaleikirnar í 1989, tá 846 ítróttarfólk vóru við.
Tilsamans 44 lið úr 13 londum verða við í HM-kappingini, sum byrjar kl. 13.00 leygardagin í høllini á Hálsi og heldur fram kl. 14.00 sunnudagin.
Fyrireikað í langa tíð
Føroya Fimleikasamband hevur fyrireikað kappingina síðan 2012, og avbjóðingin at hýsa øllum fólkunum hevur verið stór.
Men við vælvild og góðari samskipan millum fleiri partar eru loysnir funnar, og hvørt gistingarhús í Havn verður fullsett, nú øll liðini eru komin til Føroyarskrivar Fimleikasamband Føroya.
Nýggj áskoðarapláss eru sett upp í høllini á Hálsi, og pláss verður fyri 1.130 áskoðarum. Fyrireikararnir boða frá, at sølan av atgongumerkjum hevur gingið so væl, at tað nú er útselt.
13 lond kappast
Londini, sum fara at kappast á Hálsi, verða Føroyar, Russland, Japan, Kina, Spania, Italia, Kanada, Estland, Danmark, Finland, Bulgaria, Tjekkia og Eysturríki. Avbjóðingin verður stór fyri Føroyar, men Føroyar hava ofta staðið seg væl í HM.
Kappingar verða bæði fyri kvinnur og unglingar, og Føroyar hava lið við í báðum bólkunum. Liðini, sum fara at umboða Føroyar, eru úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk.
Sjónvarpið sendir beinleiðis
Og kappingin byrjar sum sagt í morgin í høllini á Hálsi, og sjónvarpið sendir beinleiðis haðani í morgin frá kl. 13.00 til 18.00, og eisini sunnudagin frá kl.14.00 til kl. 17.00.