- Tíðindi, mentan og ítróttur
Val: Gongur støðugt framá hjá reyða blokkinum
Sambært kanningini hevði Alternativet fingið 3,6 prosent av atkvøðunum og Konservativi flokkurin 3,4 prosent.
Kanningin vísir samstundis, at reyði blokkurin hevur støðuga framgongd, og kanningin í morgun vísir, at teir flokkarnir hava eina framgongd uppá 0,4 prosentstig í mun til kanningarnar í gjár.
Óbroytt tinglimatal
Tá talan er um tinglimir, so er støðan óbroytt í mun til í gjár, blái vongurin hevði fingið 90 tinglimir og reyði vongurin 85 tinglimir, um val var nú.
Danski Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkurin og hevði fingið 25 prosent av atkvøðunum.
Vinstri sum er næststørstur, hálar inn á Javnaðarflokkin og hevði fingið 21,3 prosent av atkvøðunum.