Helle Thorning-Schmidt á odda

bannari
Helle Thorning-Schmidt á odda
Tað henda stórar broytingar í valstríðnum uppundir danska fólkatingsvalið
 
01.06.2015 - 08:38

Nýggj meiningakanning sum Voxmeter hevur gjørt, vísir, at nú liggur reyði vongurin hjá Helle Thorning-Schmidt á odda.

Reyði vongurin hevði fingið 50,5 prosent av atkvøðunum og blái vongurin hjá Lars Løkke Rasmussen, hevði fingið 49,1 prosent av atkvøðunum, um val var nú.

Alternativet ger munin

Tað er fyrstu ferð síðani í november 2013, at kanning hjá Voxmeter gevur reyða vonginum meir enn 50 prosent av atkvøðunum.

Ein orsøk er, at nýggi flokkurin, Alternativet, sum mælir til at Helle Thorning-Schmidt heldur fram sum forsætisráðharri, hevði fingið umboð í fólkatingið.

Eftir kanningini stendur flokkurin at fáa 2,2 prosent av atkvøðunum og fýra umboð í fólkatingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477