- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lars Olsen hevur úttikið fimtan leikarar
Um góðar tvær vikur spæla Føroyar og Grikkaland EM-undankappingardyst á Tórsvølli.
Endaligi hópurin verður kunngjørdur mánamorgunin, men heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum hevur longu kunngjørt fimtan leikarar.
Eingin Fróði Benjaminsen
Tað er merkisvert, at liðskiparin á føroyska landsliðnum, Fróði Benjaminsen ikki er millum teir fimtan úttiknu.
Kringvarpið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Lars Olsen, men tað eydnaðist ikki at fáa fatur á honum umvegis telefonina.
Tó verður mest sum tikið fyri givið, at Fróði Benjaminsen er við, tá hópurin verður kunngjørdur mánamorgunin.
Teir fimtan sum eru úttiknir í dag
Gunnar Nielsen, Stjarnan (Ísland)
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, Vejle BK (Danmark)
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Gilli Sørensen, AaB Ålborg (Danmark)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Kaj Leo í Barstalstovu, Levanger (Noreg)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (Danmark)
Brandur H. Olsen, FC København (Danmark)
Hallur Hansson, Vendsyssel (Danmark)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK (Danmark)
Eingin vinstribakkur
Størsti trupulleikin hjá Lars Olsen verður at finna ein nýggjan vinstra bakk.
Viljormur Davidsen hevur í seinastuni verið sjálvskrivaður til plássið, men hann er skaddur.
Alex Mellemgard spældi sera væl fyri B36 í fjør, men hann hevur verið skaddur í alt ár, og kemur tí ikki upp á tal.
Pól Johannus Justinussen hevur fyrr spælt á vinstrabakki, men sum skilst ynskir Lars Olsen ikki at brúka hann á tí plássinum aftur.
Tó er ein annar NSÍ-ari ein møguleiki. Einar Tróndargjógv hevur spælt væl fyri NSÍ í ár, og sum skilst er hann í kikaranum hjá landsliðsvenjaranum til plássið á vinstrabakki.
Einar Tróndargjógv hevur spælt fýra altjóða undankappingardystir fyri Føroyar. Tann síðsti dysturin var í 2011.
Allur hópurin verður kunngjørdur á tíðindafundi mánamorgunin klokkan 09.00.
Føroyar og Grikkaland spæla á Tórsvølli tann 13.juni