- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur í Danmark framvegis varðhaldsfongslaður
35 ára gamli føroyingurin, sum varð handtikin fyri grovt heimarán í Danmark, situr framvegis varðhaldsfongslaður í Danmark.
Camilla Godfrey, ákæri, sigur, at varðhaldsfongslingin er longd til 17. juni, meðan málið verður fyrireikað og gjørt klárt at senda rættinum.
Handtikin í Roskile
Ein 35 ára gamal føroyingur varð handtikin á bústaði sínum í Roskilde, skuldsettur fyri óvanliga grovt innbrot í heimið hjá danska milliardinginum, Niels Petur Louis-Hansen, sum er høvuðspartaeigari í Coloplast, og ein av ríkastu monnum í heiminum.
Føroyingurin er skuldsettur fyri um kvøldið 1. mars, at bróta inn í húsini, og fyri at hava noytt hjúnini við eini skammbyrsu ella onkrum, ið líktist eini skammbyrsu, at flyta sær 2,5 milliónir á eina kontu.
Men tað miseydnaðist at flyta pengarnar, so tjóvurin fekk einki burturúr.
Talan er um føroying, sum ikki hevur verið í hóslag við løgregluna áður.
Kendi ikki hjúnini
Danska løgreglan sigur, at einki bendir á, at innbrotstjóvurin kendi hjúnini, hann breyt seg inn á. 35 ára gamli maðurin er mentalkannaður.
Camilla Godfrey, ákæri, sigur, at hon fer at mæla til, at føroyingurin verður dømdur eftir grein 288 stk 2 í revsilógini, har hann kann fáa 10 ára fongsul.
Navnaforboð er í málinum.