Ákærdur fyri svik - seldi skip til Føroya

Ákærdur fyri svik - seldi skip til Føroya
Íslendskur vinnulívsmaður er ákærdur fyri svik, tí hann royndi at sleppa undan at verða drigin upp í húsagang í felagi, hann sjálvur átti
Íslendska ákæruvaldið hevur ákært ein íslendskan vinnulívsmann fyri svik
 
20.05.2015 - 07:53

Ein íslendskur vinnulívsmaður, Ari ­Axel Jónsson, er ákærdur fyri at royna at sleppa einum farmaskipi undan at verða drigið upp í húsagangin hjá felagnum, sum hann átti. 

Skipið varð selt einum felagi í Føroyum, sum Ari Axel Jónsson sjálvur var við í.

Íslendska kringvarpið, RÚV, greiddi herfyri frá um søguna hjá farmaskipinum.

Skipið, sum hevði navnið Greenland Saga, varð keypt til Íslands í 2007. Felagið Dregg hjá Ara Axeli Jónnssyni á Akureyri keypti skipið, sum fekk navnið Axel.

Varð selt til Føroya

Á sumri í 2009 varð skipið selt einum smápartafelagi í Føroyum, sum eitur tað sama sum íslendska felagið, tað er Dregg, sum ikki er so løgið, tí maðurin, sum átti íslendska felagið, var eisini við í føroyska felagnum.

Dregg í Føroyum keypti Axel frá Dregg í Íslandi fyri góðar 13 mió. kr.  

Trý ár seinni, í 2012, fer Dregg í Íslandi av knóranum. 

Bústjórin í trotabúnum vildi ógilda skipasøluna í 2009, tí hann helt, at íslendska felagið hevði ongar pengar fingið fyri skipið.

Axel, sum lá á Akureyri, fekk siglingarbann. Men kortini fór skipið haðani. Nú sigldi skipið aftur og fram við Noreg í nakrar vikur, og tað fekk nýtt navn, Saga.

Við í øllum feløgum

Samstundis seldi smápartafelagið Dregg einum øðrum føroyskum smápartafelagi, Dregg Shipping, sum síðani seldi smápartafelagnum Saga Shipping skipið. Ari Axel Jónsson er við í øllum hesum feløgum.

Trotabúgvið í Íslandi heitti á myndugleikarnar í Noregi, sum løgdu skipið í Tromsø. Saga varð seld á uppboði í Føroyum, og trotabúgvið eftir íslendska Dregg fekk sínar 13 mió. kr., sum skipið varð selt til Føroya fyri í 2009.

Vinnulívsmaðurin á Akureyri er nú ákærdur fyri svik, tí hann royndi at sleppa farmaskipinum undan húsaganginum í 2012 við at lata skipið fara av Akureyri, hóast trotabúgvið fekk myndugleikarnar at leggja hald á tað. 

Og oman á alt hetta hevur eitt av føroysku feløgunum nú kravt 13 mió. kr. frá trotabúnum í Íslandi. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981