Føroyskt met og juniormet

Føroyskt met og juniormet
Eitt føroyskt met og eitt juniormet vórðu sett á fyrsta degnum í FM í svimjing
Ásbjørg Hjelm hevur sett nýtt føroyskt met í 200 m. bringu
 
14.05.2015 - 22:37

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metur bringu.

Hon kom á mál við tíðini 32.70. Ásbjørg átti sjálv gamla metið, sum var 32.96.

Eitt nýtt juniormet varð eisini sett í dag. Tað var Rólant Toftum úr Susvim, sum setti tað í 200 metur bringu.

Rólant kom á mál við tíðini 2.21.33. Rólant átti sjálvur gamla juniormetið, sum var 2.22.11.

Tíðin hjá Rólanti rakk til eitt silvurheiðursmerkið, tí skjótastur í 200 metur finaluni var Pál Joensen.

Pál vann við tíðini 2.16.99.

Í morgin eru aftur FM-finalur í svimjing á skránni í sjónvarpinum. Vit senda frá klokkan 17.00 til 19.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979