Oyggjaleikaumsókn: Løgmaður vísir til ÍSF

Oyggjaleikaumsókn: Løgmaður vísir til ÍSF
Løgmaður biðjur løgtingskvinnu venda sær til ÍSF, um hon vil frætta nærri um, hví Føroyar tóku aftur umsóknina at fáa Oyggjaleikir higar í 2019
 
13.05.2015 - 15:00

Tað eru ikki løgmaður ella landsstýrið, sum søkja um at fáa Oyggjaleikir til Føroya.

Tí eigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna, at seta ÍSF, sum hevur arbeitt við at fáa Oyggjaleikirnar higar, fyrispurningin.

Umsóknin varð tikin aftur

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kristinu Háfoss í Tjóðveldi um Oyggjaleikirnar. 

Hon spurdi m.a., hví umsóknin um, at Oyggjaleikirnar skuldu vera í Føroyum í 2019, er tikin aftur, og hvat hevur landsstýrið gjørt fyri at sleppa undan, at umsóknin varð tikin aftur.

Landsstýrið stuðlar ÍSF

Løgmaður sigur, at landsstýrið stuðlar arbeiðnum hjá ÍSF at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroyum.

Landsstýrið hevur samskift við Tórshavnar kommunu um fyritreytirnar fyri at gera ein golfvøll, sum kommunan skuldi byggja á Glyvursnesi, men lendið varð ikki tøkt. Tí fór landsstýrismaðurin í búnaðarmálum at útvega heimild til lendi til nýggja golfvøllin.

Lógarheimild er fingin til vega, og landsstýrið er kunnað um, at samskifti er millum Tórshavnar kommunu og tann, sum brúkar lendi, um endurgjald fyri nýtslurættin, sigur løgmaður í svarinum til Kristinu Háfoss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944