H71 styrkir seg við dana

H71 styrkir seg við dana
24 ára gamli, Peter Krogh, sum hevur umboðað feløg í bestu donsku deildini skal spæla fyri H71
Sunneva Jakobsen, forkvinna í H71, og Peter Krogh
Mynd: H71.fo  
 
04.05.2015 - 15:07

h71.fo skrivar, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Peter Krogh, sum er kendur fyri at skora nógv mál.

Peter Krogh er 191 sentimetrar høgur. Hann hevur fyrr spælt fyri Viborg HK, Aars HK, Aalestrup IF og Randers HH.

Hóast sín unga aldur hevur hann nógvar royndir. Hann spældi í bestu deildini í Danmark, tá hann spældi við Viborg HK.

Seinnu hálvu síðsta kappingarár spældi Peter Krogh við Randers HH, sum spældi við um at flyta upp í bestu deildina.

Petur Mittún, høvuðsvenjari hjá H71 sigur soleiðis um Peter Krogh: 

Peter er ein sermerktur leikari, sum kann skjóta bæði við vinstra og høgra armi. Sostatt kann hann spæla á bæði høgra og vinstra bakki. Peter er skjótur á fyrstu fetunum, umframt at hann er fysiskt væl fyri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331