Patrik Johannesen skal verja málið hjá TB

Patrik Johannesen skal verja málið hjá TB
Málverjin hjá TB, Ivan Stojkovic hevur karantenu, og tí verður tað útileikarin, Patrik Johannesen, ið skal verja málið hjá TB í dystinum móti EB/Str
Patrik Johannesen letur seg í blusuna hjá málverjanum, og tað ger hann aftur komandi sunnudag
 
29.04.2015 - 12:45

TB er komið í eina heilt serliga støðu.

Málverjin, Ivan Stojkovic, fekk reyða kortið í dystinum móti ÍF, og felagið hevur ongan royndan málverja til komandi dyst.

Í dystinum móti ÍF valdi TB, at Patrik Johannesen fór í málið, og hann kom bara heilt væl frá tí.

Patrik hevði bara verið í málinum í fá sekund, tá ÍF skoraði við fríssparki, men annars stóð hann sera væl, og bjargaði fleiri skotum.

 

Sleppa ikki at leiga annan málverja

Jón Johannesen formaður í fótbóltsdeildini, sigur, at TB hevur kannað, um tað ber til at leiga annan málverja, men tí loyva reglurnar ikki.

Hugin Albinus er málverji í 2.deild, men hann er ikki tøkur sunnudagin.

Hin møguleikin er átjan ára gamli, Boas Nitscke, men hann hevur ongar royndir í vaksnamannafótbólti, og fær neyvan sín elddóp sunnudagin.

Tí bendir í løtuni alt á, at Patrik Johannesen, sum annars er offensivur miðvallari, skal verja málið hjá TB sunnudagin, tá tvøramenn spæla móti EB/Streymi við Margáir.

Patrik Johannesen, sum er 19 ára gamal, royndi seg fyri nøkrum árum síðani sum málverja í ungdómsdeildini, tá hann spældi fyri U14.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366