- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hús í Klaksvík brend niður
Hús í Klaksvík brend niður
Eingin var inni í húsunum, sigur politiið
Mynd: Símun á Høvdanum/nordportal.net
28.04.2015 - 07:32
Klokkan hálvgum fýra í nátt varð boðað frá stórum eldi í sethúsum á Bøgøtu í Klaksvík, skrivar nordportal.net.
Sløkkiliðið, løgreglan og sjúkrabilar vóru skjót á staðnum, og góðan tíma seinni fekst tamarhard á eldinum, sambært Norðoyaportalinum.
Eingin var inni í húsunum, sum hava staðið tóm leingi. Eldurin er júst slóknaður, men húsini eru meir ella minni brend niður, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV