- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundar gjørdu av við hønur
Løgreglan fekk ikki frið í morgun, eftir at náttarlívið var hasað av og onkur svav rúsin av sær í brummuni, Um níggjutíðina var aftur boð eftir løgregluni. Hesa ferð, tí hundar ótu hønur í høvuðsstaðnum.
Løgreglan sendi í morgun boð eftir hundafangaranum. Tá hundafangarin kom á staðið, høvdu tveir hundar bitið og dripið fýra hønur.
600 krónur í bót fyri hvønn hund
Hundar skulu ikki ganga leysir. Gera teir tað, fær eigarin bót. 600 krónur fyri hvønn hundin, so hundaeigarin skal rinda tilsamans 1200 krónur í bót.
Harumframt hevur eigarin av hønunum kravt endurgjald fyri mistu hønurnar. Tað er ógreitt, hvat ein høna kostar í endurgjaldi.
Meðan eigarin av hønunum ikki fær mistu hønurnar aftur, hevur hundaeigarin fingið báðar hundarnar aftur.