Jákup á Borg er mest skorandi leikari í Føroyum

Jákup á Borg er mest skorandi leikari í Føroyum
So kom mál nummar 148, sum gjørdi at Jákup á Borg tók metið hjá John Petersen, og er nú tann sum hevur skorað flest mál í bestu fótbóltsmansdeidlini
 
12.04.2015 - 18:22

Jákup á Borg skeyt mál nummar 148 í landskappingini, og hevur tískil nú tikið metið hjá gamla álopsmakkaranum, John Petersen, sum átti metið við 147 málum.


Jákup á Borg er nú mest skorandi leikari í føroyskum fótbólti, sum 35 ára gamal.

Jákup rann av vøllinum

Jákup á Borg er ofta spurdur um hann fór at gera nakað serligt burturúr, tá hann fór at taka metið. Jákup hevur eina siðvenju tá hann skorar, tað er at heilsa beiggja sínum, við at senda ein koss móti himmalinum.

Hetta gjørdi hann eisini tá hann skoraði mál nummar 148, men eftir tað, so rann hann niðan í viðhaldsskýlið hjá B36. Jákup fann John og hálsfevndi hann sín fyrrverandi liðfelaga.

Eigur at geva gult kort

Fótbóltslógin sigur at ein leikari skal fáa loyvi frá dómaranum um hann skal av vøllinum. Men dómarin í dag Eiler Rasmussen valdi ikki at geva Jákupi gult kort fyri hesa hendingina. 

 

Jákup á Borg hálsfevnir John Petersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366